UM BRIM ARKITEKTAR

BRIM ARKITEKTAR arbeiða við mongum og fjølbroyttum uppgávum, bæði almennum og privatum. Uppgávurnar umfata stovns- og skúlabyggingar, mentanarstovnar og stovnar og bygningar í sambandi við føroyskt ítróttarvirksemi, íbúðarbygging og bygging í sambandi við vinnuna. Vit taka okkum eisini av umvælingum, nútímansgerðing og sum heild endurnýgging av ymiskum bygningum.

Tað eru Magnus Magnussen, MAA, og Páll Holm Lave, MAA, sum eiga Brim arkitektar. Magnus Magnussen er stjóri í fyritøkuni.

ARBEIÐI HIGARTIL

Millum tey arbeiðir, vit higartil hava tekna og prosjektera, kunnu nevnast

  • Skúlin á Fløtum, Skúlin við Streymin
  • Kirkjan á Argjum (teknað)
  • Barnagarðurin Mýrifípan á Tvøroyri
  • Torg og bátahylur innan fyri skrivstovubygningin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri
  • Íbúðarbygningar við Dalastíg í Havn
  • Privathús av ymsum slag, m.a. Oman Eið í Klaksvík
  • Umbygging av Kerjalon í Havn (beint við síðuna av Hotel Føroyum)
  • Útbygging av Hotel Føroyum
  • Deyvahúsið í Havn (total nútímansgerðing)
  • Høli til IRF í Kvívík
  • Raðhús undir Kongavarða
  • Íbúðarbygningur við Ingibjargargøtu í Havn - og so framvegis.

VISJÓNIR

 

Í einum landi við høgum fjøllum, djúpum firðum og grønum dalum er tað týdningarmikið, at góður arkitekturur eyðkennir umhvørvið, og at góður arkitekturur sameinir bygging og vakra og fjølbroytta landslagið í Føroyum.

BRIM ARKITEKTAR vilja skapa jaliga ávirkan umvegis tað, vit eru best til, nevniliga arkitektur. Ikki einans á bygningar og virki, men eisini jaliga ávirkan á tey menniskju, vit sniðgeva fyri. Tí vilja vit fegin átaka okkum alt slag av arkitekturi, ið skapar góð rúm at búgva í, læra í, arbeiða í, og sum heild at búðleikast og ferðast í. Alt frá stórum nýbygningum til smærri bygningar, sethús og annað, har góður arkitekturur hevur jaliga ávirkan á umhvørvið.

BRIM ARKITEKTAR skapa arkitektur við sosialum, mentanarligum, fíggjarligum, landafrøðiligum og umhvørvisligum eygum, sum arkitekturur jú er partur av. Okkara arbeiði kann á tann hátt geva nakað aftur til samfelagið sum heild.

STARVSFÓLK

Emil Jacobsen

Byggifrøðingur

tlf.:
+298 541014

T-postur:
emil@brim.fo

Jón Strømsten

Byggifrøðingur

tlf.:
+298 541030

T-postur:
jon@brim.fo

Páll Holm Lave

Arkitektur AF, Byggifrøðingur

tlf.:
+298 541020

T-postur:
phl@brim.fo

Magnus Magnusen

Arkitektur AF, Stjóri

tlf.:
+298 541010

T-postur:
mm@brim.fo